×
Editors’ note: 

This article is also available in English.

Paulus í Efesus

Í tvey ár boðaði Paulus kristnu trúnna í Efesus. Havnabýurin, sum lá í tí, sum tá varð kallað Asia (og nú, Turkaland), var kendur fyri stórt átrúnaðarligt fjølbroytni. Har var ein rúgva av heidnum templum og avgudar goymdu seg í mest sum hvørjum einasta heimi.

Paulus setti seg upp ímóti hesum status quo. Hann boðaði hin eina, livandi Gud, sum hevði opinbera seg í Jesusi, syni sínum. Paulus hevði tó viðgongd í sínum arbeiði. Harrin signaði tað og vit lesa, at “Gud gjørdi við hondum Paulusar størri kraftargerðir enn vanligt” (Ápostlasøgan 19:11). Tað gekk í roynd og veru so væl, at eftirspurningurin eftir avgudum byrjaði at minka. Í Ápostlasøguni, kapittul 19, hoyra vit um, hvussu ein leiðandi silvursmiðjur í býnum — hann æt Demetrius — gjørdist so firtin inn á støðuna, at hann østi fólkið í býnum upp. Tey savnaðust á torginum og stóðu har í fleiri tímar og róptu: “Stór er Artemis Efesusmanna!“ (19:28, 34) Tey hóttu tveir, sum vóru kendir fyri at fylgjast við Paulusi, eftir lívinum og tá ið Paulus sjálvur ætlaði at leggja uppí, varð hann tíbetur steðgaður (og bjargaður). At enda eydnaðist tað einum, sum umboðaði myndugleikarnar á staðnum, at sissa fólkið. Stutt eftir hetta flýddi Paulus úr Efesus.

Paulus skrivaði sítt fyrra bræv til samkomuna í Korint, meðan hann enn var í Efesus. Móti endanum av brævinum sigur hann sínum lesarum, at “í Efesus ætli eg at steðga líka til hvítusunnu. Tí dyr eru latnar mær upp, víðar og fullar av arbeiði – [men] nógvir eru mótstøðumenninir.” (1. Korint 16:8-9) Frammanundan í sama brævi samanber hann stríðið, hann hevur havt av hesum mótstøðumonnum við at tað, at berjast móti villum djórum (15:32).

Tá ið Paulus segði farvæl við samkomuleiðararnar í Efesus, eftir hendingina omanfyri, lýsti hann sína tænastu soleiðis: “Eg havi tænt Harranum í øllum eyðmjúkleika, við tárum og í freistingum, sum eru komnar á meg, við tað at jødarnir hava ligið eftir mær” (Ápostlasøgan 20:19). Orðið, sum Victor týðir sum “freistingar”, er kanska neyvari týtt “royndir”. Enskar týðingar siga eitt nú, “trials” og “testing”.

Sum tað seinasta, sum Paulus sigur um tíð sína í Efesus, kunnu vit lesa heilsanina, hann sendir Priscillu og Akvila í endanum í Rómbrævinum. Hesi hjún samstarvaðu við Paulus í Efesus, men vóru nú stødd í Róm. Um tey sigur Paulus soleiðis: “Tey hava vágað sítt egna lív fyri mítt; teimum takki ikki bert eg, men eisini allar samkomur heidninganna.” (Róm. 16:4)

Við øðrum orðum, so var tíðin hjá Paulusi í Efesus bæði sera gróðrargóð og sera avbjóðandi — ja, beinleiðis lívshættislig! Tað er týdningarmikið at vita hetta, tá ið man lesur brotið, hendan greinin snýr seg um.

Hendan løtan var so mikið desperat, at teir ikki kundu annað enn kasta seg yvir á Gud, sum jú — skuldi tað ringasta hent — dugir at reisa deyð upp.

Ovurhonds tung trongd

Paulus byrjar seinna brævið, hann skrivaði til samkomuna í Korint, við venda aftur til tíðina í Efesus og við at reflektera yvir, hvat hann hevði lært gjøgnum hesar ógvusligu hendingarnar.

Tí vit vilja ikki, brøður, at trongdin, ið kom á okkum í Asia, skal vera tykkum ókunnig; hon var ovurhonds tung, meir enn vit vóru mentir at bera, so at vit enntá ikki høvdu mót um lív; ja, vit høvdu gjørt upp við okkum sjálvar, at vit máttu doyggja, fyri at vit skuldu ikki líta á okkum sjálvar, men á Gud, sum reisir upp hini deyðu.

Og Hann frelsti okkum – og frelsir okkum – úr hesum stóra deyðavanda; til Hansara hava vit sett vón okkara, at Hann eisini hereftir skal frelsa okkum, við tað at tit við koma okkum til hjálpar við forbøn tykkara. Soleiðis skal av mongum munnum ljóða ríklig tøkk fyri okkum, fyri náðina, ið okkum er víst. (2. Korint 1:8-11)

Tíðin í Efesus var “ovurhonds tung” og “meir enn vit vóru mentir at bera” (v. 8). Støðan sá so døpur út, at Paulus og teir, hann virkaði saman við, høvdu ikki “mót um lív” og gjørdu at enda upp við seg sjálvar, at teir “máttu doyggja” (9). Tað var so hart, við øðrum orðum, at teir vóru sannførdir um, at teirra seinasti tími var komin.

Hendan løtan var so mikið desperat, at teir ikki kundu annað enn kasta seg yvir á Gud, sum jú — skuldi tað ringasta hent — dugir at reisa deyð upp. Tað vil siga, á hin livandi Gud, sum er sterkari enn deyðin og tí ikki er avmarkaður av deyðanum. Sama, hvat hendir, so verður talan um ein sigur á deyðanum.

Men Gud bjargaði Paulusi og teimum úr neyðini, teir vóru í. “Hann frelsti okkum – og frelsir okkum – úr hesum stóra deyðavanda!” (10) Paulus vísur her á beinleiðis sambandið, ella kontinuitetin, sum er millum fullfíggjaðu frelsuna, sum bíðar øllum, sum trúgva á hin uppreista Jesus, og fyribils frelsuna, ella bjargingina, sum hesi somu uppliva á ymiskan hátt í gerandisdegnum.

Troyst Guds

Tað er frelsan, sum tryggjar okkum atgongd til troyst Guds.

Hvat er tað so, at Paulus hevur lært gjøgnum hesar “ovurhonds tungu” upplivingar? Tað lesa vit um í versunum, 3-7.

Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Faðir miskunnar og Gud alrar troystar, Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eru í alskyns trongd, við troystini, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi!

Tí eins og líðingar Kristusar koma í yvirflóð á okkum, so er eisini troyst okkara ríklig við Kristusi. Men líða vit trongd, so líða vit hana tykkum til troyst og frelsu; verða vit harímóti troystaðir, so er hetta eisini tykkum til troyst; og hetta vísir kraft sína í, at tit eru tolin í somu líðingum, sum vit líða. Og vón okkara um tykkum er føst, við tað at vit vita, at eins og tit hava part við okkum í líðingunum, so hava tit eisini part í troystini. (2. Korint 1:3-7)

Tað fyrsta, Paulus ger, er at lova Gudi. Hann takkar Gudi fyri hesar upplivingar og trongdir. Tað er merkisvert!

Hví ger hann tað? Tí tær hava gjørt, so Paulus hevur upplivað troystina, sum kemur frá “Faðir miskunnar og Gud alrar troysta”. Nærlesa vit tað, sum Paulus sigur um hesa troyst, so síggja vit, at hann tosar um trý sløg av troyst.

  1. Guds troyst: “Gud alrar troystar …”
  2. Okkara troyst: “… troystar okkum í allari trongd okkara …”
  3. Annara troyst: “… fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eru í alskyns trongd.”

Ella kann man eitt sindur meira nágreiniliga siga, at talan er um eina og somu troyst, Guds troyst, sum býr á trimum ymiskum støðum.

  1. Hjá Gudi
  2. Hjá okkum
  3. Hjá øðrum

Tað er týdningarmikið at leggja merki til, at áðrenn Paulus sipar til Gud sum “Faðir miskunnar og Gud alrar troystar”, so kallar hann Gud, “Faðir Harra okkar Jesu Krists”. Hetta merkir, at skal Gud vera miskunsamur og vilja vit njóta hansara troyst, mugu vit fyrst viðurkenna Jesus Kristus, son hansara, sum okkara harra. Tað er soleiðis, Gud gerst faðir okkara. Og tað er tí, at Gud hevur samkenslu við okkum og troystar okkum.

Tað er frelsan, sum tryggjar okkum atgongd til troyst Guds.

Tríggjar troystir

Heimspekingar siga, at tað eru tvey sløg av óndskapi til í heiminum:

  • Náttúrligur óndskapur er ymisk, sum onkursvegna bara hendir. Sjúkur, óhapp, náttúruvanlukkur og líknandi, sum ongan beinleiðis avsendara hevur.
  • Moralskur óndskapur er hinvegin ymisk, sum hevur ein avsendara. Kropsligur og kenlusligur harðskapur og annað ónt, sum vit menniskju gera ímóti hvørjum øðrum.

Hóast tað, sum Paulus upplivdi í Efesus var eitt dømi upp á moralskan óndskap, so er tað, sum hann sigur um Guds troyst, eisini galdandi fyri tey Guds børn, sum uppliva náttúrligan óndskap. Sama um talan er um, hvussu sjúka, vanlukka ella deyði rakar okkum, ella um ein av ovurhonds fjølbroyttu mátunum, menniskju synda hvør móti øðrum, so verða tey, sum trúgva á Harran Jesus Kristus, troysta av Gudi í sínum líðingum.

Kunnu vit hyggja nærri at teimum trimum troystunum, sum Paulus tosar um?

Guds troyst

Kærleiki er einki verdur, um hann ikki er ítøkiligur.

Ofta siga vit, at Gud er kærleiki. Tað, sum onkuntíð harmar meg við, hvussu hesin sannleikin ofta bara verður blakaður út, er hvussu óítøkiligur, hann er. Tað er lætt at gloyma, at kærleiki ikki bara er vibes. Kærleiki er einki verdur, um hann ikki er ítøkiligur. Guds kærleiki merkir ikki, at hann hevur ja kenslur okkum viðvíkjandi, ella at hann ynskir okkum eydnu í lívinum. Nei, Guds kærleiki er ítøkiligur og er virkin. Fyrst og fremst, og grundfest, í lívi, deyða og uppreisn Jesusar, syni hansara. Men eisini í øllum teimum mongu mátunum, Guds forsjón og umsorgan ger seg galdandi í gerandisdegnum.

Man kann tí siga, at Guds miskunn og troyst eru dømir um hansara kærleika. Tey hoyra til eina subkategori undir størra fyribrigdinum, sum er kærleiki hansara. Tá ið Gud troystar okkum, vísur hann okkum sín kærleika.

Ein góður pápi og ein góð mamma elska síni børn og hava eina slíka samkenslu við teimum, tá ið tey hava tað torført, at tey troysta tey. Hetta sigur nakað um, hvørji tey eru og hvørjari relatión, tey hava til síni børn. Á sama hátt sigur Guds miskunn og troyst nakað um, hvør hann er (hann er kærleiki!) og hvørja relatión, hann hevur til okkara (hann er okkara frelsari og faðir!).

Okkara troyst

Paulus sigur nakað djúpt í v. 5:

Tí eins og líðingar Kristusar koma í yvirflóð á okkum, so er eisini troyst okkara ríklig við Kristusi.

Hann peikar her á djúpa og gátuføra solidaritetin, sum er at finna í Jesu líðingum. Bíblian sigur, at Jesus á krossinum bar sjúkur og pínur okkara (Esaias 53:4). Okkara líðing gerst á krossinum hansara líðing. Fyrst av øllum er tað soleiðis, at Jesus vinnur okkum frelsu. Men hetta merkir eisini, at tá ið vit uppliva líðingar í okkara lívum, so eru tær á ein hátt hansara líðingar!

Tóma grøvin er eisini eitt lyfti um, at okkara søga ikki endar við líðing og deyða. Hon endar við uppreisn.

Umframt at hava henda solidaritetin í huga, so mugu vit ikki gloyma, at krossurin ikki er seinasta orðið. Tóma grøvin er eisini eitt lyfti um, at okkara søga ikki endar við líðing og deyða. Hon endar við uppreisn. Alt tað ringa skal ein dag gerast gott.

Hetta gevur okkum eitt heilt annað og nýtt sjónarhorn! Tað merkir, at eingin líðing, sum vit kunnu uppliva, er meiningsleys. Eingin líðing er vónleys. Einki Guds barn líður einsamalt. Eingin av teimum mongu mátunum, sum synd krassjar inn í okkara lív, er seinasta orðið. Lyftið, sum tóma grøvin umboðar, verður einaferð uppfylt fullkomiliga. Men longu nú kann tað upplivast partvíst. Hetta er troyst Guds, soleiðis sum hon gerst okkara.

Annara troyst

Hví uppliva góð fólk ring ting, var tað ein, sum spurdi.[1] Paulus hevur eitt svar í v. 6:

Men líða vit trongd, so líða vit hana tykkum til troyst og frelsu; verða vit harímóti troystaðir, so er hetta eisini tykkum til troyst.

Ein av orsøkunum, at ring ting henda okkum, er so vit kunnu troysta onnur, sum eisini uppliva ring ting. Gud letur okkum ganga ígjøgnum líðing og trongdir, so hann kann troysta okkum. Hann troystar okkum, so vit læra at troysta onnur.

Um ein solidaritetur er at finna millum okkara líðingar og tær hjá Kristusi, so er eisini solidaritetur at finna millum okkara líðingar og tær hjá øðrum!

Eg minnist, tá ið pápi mín doyði, at eg nakrar dagar eftir jarðarferðina brádliga skilti, hvussu nógv onnur menniskju høvdu júst somu sorg sum eg, tí tey eisini høvdu mist á júst sama hátt sum eg. Eg sá fyri mær, hvussu eitt ljós búði inni á hjørtunum á øllum teimum, sum eg sá hvønn dag, og hvussu ein rípa av ljósi knýtti saman ljósini í mínum hjarta og teirra. Soleiðis kann okkara líðing knýta okkum at øðrum, sum eisini líða, og samkensla og troyst flóta okkara millum.

Einsæris og saman

Hvussu sæst so troyst Guds í verki? Samkoman er og eigur at vera staðið, har Guds troyst hevur bústað. Vit eiga at geva hvør øðrum gætur og “gleðast við hinum glaðu, og gráta við teimum, ið gráta” (Rómbrævið 12:15).

Samkoman er og eigur at vera staðið, har Guds troyst hevur bústað.

Hetta eiga elstar og onnur, sum hava samkomuligar leiðsluleiklutir at gera í ein serligan mun, bæði óformelt, men eisini við skipaðum tænastum, sum taka hond um og hjálpa á ymiskan hátt. Her hugsi eg um sokallaða hirðatænastu, har elstar og onnur vitja limir í samkomuni, sum stríðast á ymiskan hátt, umframt pastoralar samtalur og aðra konkreta, eitt nú fíggjarliga hjálp. City Church hevur City Meal. Fólkakirkjan hevur bæði diakonprest og sjúkrahús- og varðhaldsprest. Og Lívdin hevur Linna, “eina stuðulstænastu, ið stuðlar fíggjarliga sperdum støkum uppihaldarum, og allir stakir uppihaldarar kunnu søkja um stuðul haðani”. Og Kringvarpið boðar nú frá, at ein ónevnd samkoma stuðlar børnum við ókeypis skúlatasku umvegis Barnabata.

Men hesi troyst, í hvørt fall í sínum óformella, óskipaða líki, eigur øll samkoman at duga at veita og raðfesta. Hetta, at ansa eftir og fevna um hvør annan. At vit spyrja inn til og fara framvið. At opna bæði heim og hjarta. At vit biðja fyri hvørjum øðrum, bæði fast og tá ið okkurt serligt og serliga torført er áfatt.

Samkoman má tó ikki setast upp ímóti vælferðarstatinum og øðrum hjálpartilboðum, sum eru úti í samfelagnum. Hugsa um miskunnsama samverjan, sum Jesus fortelur um í Lukas 10. Samverjin hjálpti manninum, sum var fallin í ránsmannahendur, ja. Men hann fann honum eisini aðra hjálp, har hansara ikki rakk longur — gistingarhúsið, sum hann sjálvur betaldi fyri. Flestu samkomur hava fólk, sum kunnu virka sum brúgv til aðra hjálp (við fyrivarni fyri sokallaðum dupultleiklutum).

Nógvir eru tørvirnir og nógvir eru hjálparhættirnir. Poengið hjá Paulusi er tó hitt sama: Tá ið vit sum Guds børn uppliva trongdir og líðing, troystar Gud okkum. Men hendan troyst er ikki okkara at bøla yvir. Jesus segði, at úr lívinum hjá honum ella henni, sum trýr á hann, skulu renna streymar av livandi vatni (Jóhannes 7:38). Vit líða og verða troysta, so vit kunnu troysta onnur, sum líða, við júst somu troyst, sum vit vórðu troystað við: Guds troyst.

 

——————

[1] “Hetta er bara hent eina ferð,” svaraði bíbliulærarin, R.C. Sproul, eitt sindur speiskliga, og legði aftrat: “Og hann gjørdi tað sjálvboðin.”

LOAD MORE
Loading